Flogmýs í Hvannasundi

Flogmýs eru spakuliga við at gerast partur av føroysku náttúruni. Tað ber boð um broytingar, men eingin orsøk er at óttast sjálvar flogmýsnar, sigur Jens-Kjeld Jensen

Seinastu kvøldini hava flogmýs verið at sæð í Hvannasundi.

 

Ein av teimum, sum hevur sæð flúgvandi kyktini, er borgarstjórin, Katrin Næs, sum sigur, at seinastu kvøldini hevur hon sæð tvær.

 

- Eg sá eisini onkra í summar, og í fjør summar var eisini onkur at síggja. Annars havi eg ikki lagt hetta til merkis, síðani fleiri vóru í Fugloy fyri nøkrum árum síðani, sigur Katrin.

 

Jens-Kjeld Jensen, djórafrøðingur, sigur, at flogmýs ikki eru vanligur partur av føroysku náttúruni, men treyðugt so, so hava tær verið sæddar av og á.

 

- Fyrsta skrásetingin er heilt afturi í 1964, og so seint sum fyri 14 døgum varð ein sædd her í Nólsoy. Flestu skrásetingarnar hava verið í Hvalba, og tosa vit ítøkiliga um Hvannasund, so er tann seinasta skrásetingin afturi í 2010, sigur Jens-Kjeld, sum altso ikki hevði fingið boð um flúgvandi mýsnar, sum hava verið í Hvannasundi í ár og í fjør.

 

Samanlagt hevur talan hesi árini verið um fimm ymisk sløg av flogmús, men aloftast hevur talan verið um trøllaflogmús. Jens-Kjeld Jensen leggur dent á, at eingin orsøk er at óttast lítlu flogkyktini.

 

- Tað er sjálvandi ein vandi, at tær kunnu bera smittu, sum kann spjaðast, um tær bíta. Men einasta dømi, sum eg kenni til, er úr Finnlandi, har ein maður fekk hundaøði fyri einum 20 árum síðani.

 

- Men í fyrsta lagi eru tað mest sannlíkt ikki sjúkar flogmýs, sum klára at ferðast allan vegin til Føroya. Og í øðrum lagi er lítil vandi fyri at verða bitin av teimum. Tað er helst bert, um tú sum eg roynir at fanga tær, at tær kenna seg nóg hóttar, so fólk nýtast ikki at óttast hesi fantastisku djórini.

 

- Hinvegin ber tað boð um broytingar í náttúru okkara, nú flogmýsnar tykjast gerast alt meira vanligar um okkara leiðir, sigur Jens-Kjeld Jensen.