Hetta skrivar bretska tíðindastovan, BBC, á heimasíðu teirra í dag.
Smittan, sum fyrstu ferð varð uppdagað í Sudan í 1976, hevur verið nógv frammi í seinastuni, tí hon hevur gjørt um seg aftur, serliga í Vesturafrika.
Kanningar eru gjørdar fyri at finna útav hvaðani smittan kemur, og nógv bendur á, at menniskju eru vorðin smittaði tá tey hava veitt flogmýs.
Ebola smittan er ikki luftborðin, men fólk verða smittaði gjøgnum kropsveskur. Tískil kann tað hugsast, at fólk eru vorðin smittaði um ein flogmús hevur bitið tey.
Fleiri lond í Afrika eta vill djór, summi av tí at tey ikki hava annað, og aðrastaðni eru hesi delikatessur.
Tað, at flogmýs eru eftirspurdar hevur tað við sær, at fleiri fara undir at veiða tær, og um røttu fortreytirnar ikki eru fyri veiðuni, er hon ikki vandaleys.
Tað farliga við flogmýsnum er, at tær eru góðir vertir fyri smittuni. Menniskju tola ikki smittuna og kunnu enda við at doyggja av henni, men hjá flogmúsini er hon eingin trupulleiki.
Ebola í Skandinavia
Smittan hevur seinastu tíðina víst seg í vesturheiminum. Flestu fólkini, sum eru smittaði, hava verið hjálparfólk í smitturaktum býum í Afrika.
Ein norsk kvinna er vorðin smittað av ebola, tá hon gjørdi hjálpararbeiði í Afrika. Í seinastuni hevur man hildið at onkur dani eisini er vorðin smittaður, men hetta hevur víst seg ikki at verið so hóast alt.
Í Føroyum hevur man eisini fyrireika seg, um smittan skuldi víst seg á oyggjunum. Landssjúkrahúsið hevur fingið trygdardraktir og tey hava fingið avtalu í lag við Hvidovre Hospital, um nakar føroyingur skuldi verðið smittaður.










