Flogmekanikarar skuldsettir fyri dráp

Tveir flogmekanikarar, sum kannaðu flogfarið, sum datt niður uttan fyri Madrid í august, verða nú skuldsettir fyri óviljað manndráp Tveir flogmekanikarar, sum kannaðu flogfarið, sum datt niður uttan fyri Madrid í august, verða nú skuldsettir fyri óviljað manndráp og fyri at hava verið fólki at meini orsakað av gáloysni.

Tað var felagið Spanair, sum átti flogfarið, og trygdarleiðarin hjá felagnum verður eisini skuldsettur í málinum.

Spanska ákæruvaldið sigur, at teir báðir mekanikararnir kannaðu flogfarið, og at teir søgdu tað vera í lagi, hóast flogskipararnir høvdu havt trupulleikar við at fáa tað á flog orsakað av tekniskum trupulleikum beint frammanundan.

Vanlukkan við Spanair-flogfarinum kostaði 154 mannalív og er tann ringasta í Spania tey seinastu 25 árini.