Í allan dag hevur veðrið darvað samferðsluni á landi. Veðrið hevur eisini darvað flogferðsluni.
Tvey flogfør skuldu koma millum 13 og 14 í dag, men hesi blivu bæði útsett til nakað aftaná klokkan 16. Síðani vóru tvær ætlaðar komur eftir – ein til Oslo klokkan 17:20 og ein til Keypmannahavnar klokkan 19:50. Men hesar vera av ongum. Báðar komurnar eru avlýstar, upplýsir heimasíðan hjá Vága Floghavn.
Ein fráferð til Oslo klokkan 13:15 bleiv eisini avlýst í dag.
Túrurin til Keypmannahavnar klokkan 17:15 bleiv tó ikki avlýstur, og flogfarið er nú á veg til Danmarkar.











