Nú er aftur kavsvart í mjørka í Vágum og tað hevur tarnað flogferðsluni
Atlantsflog sigur í kvøld, at tey vænta, at tað klárar í út á morgunin í morgin, men ólagið í dag fer eisini at føra broytingar í flogferðsluni í morgin við sær.
Felagið sigur, at Flogfarið úr London, RC 411, lendi ikki í Føroyum í dag og fór til Bergen.
Tað væntast aftur í Vágar sum RC 2411 í morgin klokkan 10. 30
Flogfarið úr Føroyum til Bergen er útsett til ímorgin klokkan 10.45 og flogfarið úr Bergen væntast í Vágar klokkan 14.15.
Flogfarið, sum skuldi koma úr Billund í kvøld , tað er RC 471, væntast í Vágar í morgin týsdagin klokkan 10.05.
Flogfarið til Billund í morgin, RC 470, er útsett til 15.00 og flogfarið úr Billund, RC 471 er eisini útsett og ferð avstað klokkan 18.45, danska tíð og væntast í Vágar kl. 19.50.
Annars heitir Atlantsflog á ferðafólk um at fylgja við á heimasíðu felagsins, tí aðrar broytingar kunnu eisini verða neyðugar.