Flogferðslan tarnað

Vegna vind eru flestu flogførini seinkað í dag, harímillum flogfarið við nøkrum av Lukas Graham limunum.

Nógvur vindur er í Vágum í dag, og tað hevur sína ávirkan á flogferðsluna.
Rutuflogfarið hjá Atlantic Airways úr Edinburgh skuldi eftir ætlan lenda í Vágum klokkan 11.35, men flýgur í løtuni yvir Føroyum, tí tað ikki fær lent vegna veðrið.


Hinar komurnar í dag eru longu útsettar. Flogfarið úr Keypmannahavn, ið eftir ætlan skuldi koma klokkan 14.05, er útsett til 15.05.


Umborð á tí flogfarinum eru millum annað nakrir av limunum í bólkinum Lukas Graham, ið skulu spæla í Høllina á Hálsi í kvøld. Nakrir av limunum í bólkinum eru tó long komnir til landið.


Seinna flogfarið úr Keypmannahavn, ið skuldi lenda klokkan 20, er útsett til klokkan 21, meðan rutuflogfarið úr Keflavík, ið eftir ætlan skal lenda klokkan 16.25, enn ikki er útsett.