Flogferðslan seinkað í dag

Aftur í dag er ólag á flogferðsluni til og úr Føroyum

 

Í gjárkvøldið varð ein fyribils ætlan løgd fyri dagin í dag, men nú vísir tað seg, at hon heldur ikki, tí líkindini í Vágum eru so vánalig 

 

Flogfarið úr Keypmannahavn er yvir flogvøllinum og bíðar eftir líkindum at seta seg, men tað er nú farið avstað aftur.

 

Atlantsflog sigur, at eitt annað flogfar úr Billund, 1471, er ávegis til Føroya og væntast í Vágar umleið klokkan 10.

London flogfarið frá í gjár stendur enn í Bergen og bíðar eftir líkindum. Nærri boð verð givin klokkan 10.

Fráferðir til Keypmannahavn og Bergen í morgun fáa vit nærri boð um, tá greiða fæst á, um flogførini fáa sett seg í Vágum.

Flogfarið til Billund týsdagin, RC 470, er fyribils útsett til 15.00.

 

Flogfarið úr Billund, RC 471, er fyribils útsett til fráferð klokkan. 18.45 danska tíð og væntast í Vágar kl. 19.50.