Flogferðslan økist aftur, men tað er framvegis langt, til støðið sum var, áðrenn koronufarsóttin rakti heimin.
Nýggj tøl frá flogferðslustovninum Eurocontrol vísa, at í juni var flogferðslan í Europa 50 prosent av tí, sum hon var í juni í 2019.
Hetta er frægasti mánaðin, sum hevur verið síðani koronusmittan fór at gera um seg.
Roknað verður við, at flogferðslan fer at økjast støðugt næstu tíðina, men tað fer at taka rúma tíð, áðrenn ferðslan er á sama støði sum áðrenn koronu.
Í mai mánaði ferðaðust 10.800 ferðafólk um flogvøllin í Vágum. Tað vóru tríggjar ferðir so nógv ferðafólk sum í mai 2020, men bert ein fjórðingur av ferðafólkatalinum í 2019, sum var góð 40.000 fólk.