Vága Floghavn skrivar, at higartil í ár hava 94.779 fólk ferðast um flogvøllin. Hetta er á leið 10.000 fleiri enn í fjør, og samanlagt er talan um vøkstur upp á 11,7%.
Framgongd er á øllum føstu leiðunum, sum føra føroyingar og útlendingar loftvegis ímillum Føroyar og umheimin, og heldur vøksturin fram, so verður metið frá 2014 tikið.
Vøksturin á danmarkarleiðunum er 8%; ímeðan 30% fleiri hava ferðast til Noregs, 8% fleiri til Íslands og vøksturin til og frá Bretlandi er heili 67%.
- Vit eru væl nøgd við, at vøksturin heldur fram, og at tað virkar sum fólk hava tikið væl ímóti nýggju møguleikunum at ferðast beinleiðis til eitt nú Skotland og Bergen. Eisini síggja vit fleiri útlendsk ferðafólk, og hetta er avgerandi fyri framhaldandi vøkstur á flogvøllinum, tí tað er eitt mark fyri, hvussu nógv føroyingar kunnu ferðast”, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri á Vága Floghavn.
17. juni verður nýggja farstøðin 1 ár. Flogvøllurin skrivar í tíðindaskrivi, í næstum kemur Duty Free FAE eisini út við einari loyalitetsskipan og einari prebooking-skipan, sum fer at gera tað møguligt at bíleggja og gjalda online og síðani heinta tollfríu vørurnar í handlinum.