Flogferðslutøppurin versnar

Enn hevur einki flogfar sett seg Vágum. Orsøkin er tjúkki mjørkin, ið liggur yvir flogvøllinum Mongu ólavsøkugestirnir og ferðafólk annars, ið eru á veg til Føroya, mugu brynja seg við tolni, nú ikki er lendandi í Vágum.

Tíðliga í morgun skuldi eitt flogfar seta seg í Vágum. Upprunaliga skuldi tað seta seg í gjárkvøldi, men varð beint til Bergen. Hetta hevur heldur ikki sett seg í morgun, og tískil hava hesi ferðafólkini bíðað eftir at lenda í Vágum í skjótt 20 tímar.

Roynt verður ikki at lenda aftur í dag, burtursæð frá teimum flogførunum sum standa í Stavanger og Bergen. Har er ein lítil møguleiki fyri at tey royna enn eina ferð í dag, men hetta er lítið sannlíkt sambært Rasmus Niclasen, ferðslusamskipara hjá Atlantic Airways.