Magni Arge, stjóri í Atlantsflog, sigur við Rás2, at ein roynd verður gjørd millum klokkan 12 og 13 í dag, at fáa eitt flogfar úr Føroyum. Tað er longri millum ælini, og nú hevur Atlantsflog góðar vónir um at fáa eitt flogfar úr Føroyum millum 12 og 13, og soleiðis fáa gongd á flogferðsluna í dag, sum annars hevur verið tarnað av veðrinum.
Magni Arge heitir á ferðafólkini, um at fylgja við á heimasíðuni hjá Atlantsflog og í miðlunum, ístaðin fyri at fara vestur til Vágar.










