Øll tann vanliga flogferðslan í dag mánadagin 23. juli er útsett til týsdagin, so pláss er fyri at rudda upp í øllum seinkaðu flogførunum frá fríggjadegnum, leygardegnum og sunnudegnum.
Tað skrivar Atlantic Airways á heimasíðu síni.
Fyrstu fráferðir
RC1470 til Billund (RC470/22jul) væntast at fara úr Vágum kl 09:00
RC1452 til Keypmannahavnar (RC452/22jul) væntast at fara úr Vágum kl 10:30
RC2460 til Keypmannahavnar (RC460/21jul) væntast at fara úr Vágum kl 12:15
RC490 til Barcelona væntast at fara úr Vágum kl 16:30
Programmið fyri flúgvingina í morgin verður kunngjørt kl 16 í dag.
Ferðafólk verða biðin um at fylgja væl við á www.atlantic.fo og annars verða heima sum longst.
Fleiri ferðafólk hava nú annað flognummar enn tey upprunaliga høvdu. Tit kunnu finna útav, hvørjum flognummari tit eru á, við at fara inn á www.checkmytrip.com og skriva inn referansu nummar og eftirnavn.