Einki flogfar er lent í Vágum í dag. Floglíkindini eru vánalig, einki flogfar er lent í Vágum í dag, og sum støðan er í løtuni, eru ikki floglíkindi, nærri boð koma kl. 18,00, verður sagt frá Atlantsflog.
Trý flogfør eru farin úr Vágum í dag, eitt fór um 8-tíðina í morgun, eitt um 11-tíðina og eitt fór kl. 13:10.
Hann er útsynningursunnan í ættini, vindferðin liggur um 5-7 m/sek, seint í kvøld verður hann sunnan, men tað sær út til at mjørkin verður liggjandi.
Í morgin verður hann landsynningur, vindferðin fer at liggja um 5 m/sek og tað verður regn og mjørki.