Flogferðslan seinkað í morgin

Vegna sera vánaliga verðurforsøgn verður ikki byrjað at flúgva fyrrenn klokkan 11 í morgin fyrrapart.

Atlantsflog boðar frá, at RC450 til Keypmannahavnar, sum skuldi fara klokkan 08:15 væntast at fara klokkan 11:00.

RC401 til Reykjavíkar, sum skuldi fara klokkan 09:15 væntast at fara klokkan 11:20.

RC459 - sum skuldi fara úr Keypmannahavn í kvøld kl. 19.00 er avlýst. Flogfarið verður ístaðin sett in sum - RC 1459 - við fráferð úr Keypmannahavn í morgin 25. novembur klokkan 10.30 lokala tíð.

– Vit heita á tey, sum kunnu verða heima um ikki at koma á flogvøllin. Tey, sum hava tørv á gisting verða biðin um at fara út á flogvøllin í Kastrup og seta seg í samband við skrivstovuna hjá Atlantic Airways í terminal 2, sigur Atlantsflog.

Annars ber lesa meira um ferðsluna í dag og í morgin á atlantic.fo, sigur Atlantsflog,