Flogferðslan næstan komin aftur í rættlag

Tað er bara eitt flogfar, sum er avlýst í dag, tað kemur fyrrapartin í morgin. Tað hevur gingið væl við flogferðsluni í dag, higartil eru 7 flogfør komin í Vágar, 2 koma um 11-12 tíðina í kvøld og eitt er avlýst, tað kemur um 10-tíðina í morgin úr Keypmannahavn, tá ið tað er komið, er alt komið aftur í rættlag.

Øll 8 flogførini, sum skuldu fara úr Vágum, eru farin, tað síðsta fór kl. 20:56 til Keypmannahavnar.

Veðurforsøgnin fyri í morgin sigur, at tað verður fitt av vindi av útsynningi - uppí 16 m/sek.