Tilsamans 66.600 fólk fóru um flogvøllin í Vágunum frá 1. januar til 1. juli í ár. Hetta talið er eitt vet lægri, um hugt verður eftir hagtølunum frá í fjør. Tá ferðaðust 67.272 fólk um flogvøllin í Vágunum.
Juni, juli og august eru altíð teir mánaðirnir, tá flest fólk ferðast um flogvøllin í Vágunum, og tí verður spennandi at síggja, um samlaða flogferðslan um flogvøllin fer at minka ella at vaksa.
Hagtølini higartil í ár kundu bent á, at samlaða ferðslan fer at minka í ár, og hetta er ongantíð hent síðan 1993, tá ferðslan minkaði við 7,7 prosentum. Tað árið ferðaðust bara 87.113 fólk um flogvøllin. Í fjør var talið nærum tvær ferðir so stórt, tí tá fóru 158.056 fólk um flogvøllin. Sostatt er talið av ferðafólki, sum hava valt at ferðast við flogfari, økt seinastu átta árini.
Hagtølini hjá flogvøllinum fara heilt aftur til 1963, og tá fóru bara 943 fólk av landinum við flogfari.