Atlantsflog hevur ávlýst allar komur í Vágar í dag. Ringt sýnið er í Vágum, og tí eru allar komur í dag avlýstar, sigur Atlantsflog.
Tað ringa sýnið tarnar tó ikki fráferðunum, ið allar hava verið til vanliga tíð.
Felagið boðar frá, at tey seinkaðu flogførini koma til Føroya soleiðis:
RC453/14OKT úr Keypmannahavn kemur í Vágar 15OKT kl. 0745
RC459/14OKT úr Keypmannahavn kemur í Vágar 15OKT kl. 1015