Seinasta: Fyri løtu síðani boðaði Atlantsflog frá, at ØLL flúgving er avlýst restina av degnum. Tey royna aftur fyrrapartin í morgin.
Meiri fæst at vita um flogferðsluna á heimasíðuni hjá føroyska flogfelagnum: www.atlantic.fo.
Fyrr í dag skrivaði Portalurin annars hetta:
Tey, sum seinnapartin í dag skuldu koma heim at halda jol, mugu brynja seg við tolni. Tað sama er galdandi fyri tey, sum skul av landinum í dag.
Øll flogferðsla er í løtuni seinkað orsakað av mjørka í Vágum.
Eitt flogfar stendur í Wich, eitt á Egilstøðum og eitt triðja í Bergen.
Tvey flogfør standa í Vágum og bíða eftir floglíkindum.