Flogferðafólk vorðin tyngri

Ein kanning hjá SAS vísir, at á summum leiðum eru ferðafólkini tyngd eini átta pund í meðal seinastu árini

Seinastu tíðina hevur skandinaviska flogfelagið SAS vigað 18.000 ferðafólk. Tey eru sjálvboðin farin á vektina, og hendan kanningin hevur víst, at í meðal viga ferðafólk á rutunum í Evropa 86 kilo, tá viðførið teirra er tikið við. Á teimum longru rutunum er meðalvektin 84 kilo. Tað merkir, at tey seinastu árini er meðalvektin vaksin umleið átta pund, sigur SAS.
Í Statens Luftfartsvæsen siga tey, at í veruleikanum er hetta ein spurningur um trygd. Tá eitt flogfar skal á flog, er tað umráðandi, at flogskiparin veit, hvussu tungt flogfarið er. Flogskiparin roknar út, hvussu nógva ferð flogfarið skal hava fyri at lætta sær á, og er flogfarið tyngri, enn hann heldur, kann tað gerast vandamikið, siga tey í Statens Luftfartsvæsen við Berlingske Tidende.
Í USA datt eitt flogfar niður, tí flogfarið vísti seg at vera tyngri, enn flogskiparin roknaði við.