Í Eysturkommunu samtyktu tey í fjør heyst eina reglugerð um flogfenað. Endamálið er at tryggja, at flogfenaðhald ikki elvir til ampa fyri grannar og onnur.
Hin 30. mars í ár góðkendi Umhvørvisstovan reglugerðina hjá kommununi.
Reglugerðin verður sett í gildi við heimild í kunngerð um umhvørvisreglur, og hon kann eisini lesast á leinkju um heimasíðuna hjá Eysturkommunu.
Kommunan hevur eisini gjørt ein faldara, sum gevur borgarunum nærri kunning og vegleiðing um flogfenaðhald í kommununi.
- Faldarin verður sendur í hvønn postkassa í kommununi, umframt at hann eisni er tøkur á kommunuskrivstovuni og á heimasíðuni.
Í Eysturkommunu verður víst á, at borgarar, sum eri í iva um reglurnar, kunnu venda sær til kommunuskrivstovuna.











