Tað skrivar Reuters.
Norska Norwegian avlýsir allar flogferðir til og úr Dubai.
KLM hevur steðgað flúgvingini millum Tel Aviv í Ísrael og hollendska høvuðsstaðin, Amsterdam.
Týska Lufthansa hevur eisini avlýst flogferðir til og frá Tel Aviv, Beirut og Oman.
Ísrael hevur stongt sítt loftrúm fyri vanligari flogferðslu yvir landinum eftir álopini, upplýsir ísraelski herurin.
Samstundis boða Sameindu Arabisku Emiratini, sum Dubai er partur av, sambært Reuters frá, at landið hevur stongt sítt loftrúm sum fyrivarni.
/Ritzau/










