Hotelvinna
Flogfelag Føroya hevur keypt gamla virkisbygningin hjá Føroya Plastídnaði við flogvøllin í Vágum. Ætlanin er at innrætta hotelkømur í bygninginum.
?Tað er ein sannroynd, sigur Uni Danielsen á Flogfelag Føroya, at hotelkapasiteturin í Føroyum er ein fløskuhálsur hjá ferðavinnuni. Serliga her mitt um summarið kann standa á at fáa innivist.
Og um veturin er rættiliga nógv skeiðvirksemi í landinum. Og eisini har kunnu umstøðurnar betrast, sigur hann.
Flogfelag Føroya, sum eigur Hotel Vágar, hevur nú keypt gamla Plastvirkið, sum stendur beint niðan fyri Hotel Vágar við flogvøllin.
Ætlanin er at innrætta hotelkømur og fundarrúm, sum eisini kunnu brúkast til skeiðvirksemi í bygninginum, sigur Uni Danielsen.
Hann sigur, at enn er ikki endaliga avgjørt, hvussu bygningurin verður nýttur. Tað kann henda, at onkur kanska hevur hug at leiga burtur av til skrivstovur, og so er tann møguleikin avgjørt eisini til staðar, sigur Uni Danielsen.
Enn er verkætlanin bert á tekniborðinum, men verður væntandi klár rímiliga skjótt, sigur hann.
Bygningurin er stórur. Hann er tómur og tí rímiliga lættur at innrætta eftir, hvussu Flogfelagið vil hava hann. Bygningurin er í trimum hæddum, so nógv er at taka av.
Mest sannlíkt er, at gjørt verður av at innrætta hotelkømur í bygninginum. Tey fara so at verða fult á hædd við nútíðar hotelkømur við wc og bað og annars tí, einum slíkum kamari hoyrir til.
Tó er ikki ætlanin at gera eitt heilt nýtt hotel, sigur Uni Danielsen. Hotel Vágar er jú næsti granni, so matstova og tað, sum har til hoyrir, verður ikki gjørt í Plastvirkinum. Har verður felags nýtsla.
Spurdur um hm hvørt ætlanin er at gera okkurt í millum bygningarnar báðar, soleiðis at teir verða samanbygdir, sigur Uni Danielsen á Flogfelag Føroya, at tað hevur ikki verið upp á tal enn, eins og eingin endaligur prísur er akturelur heldur, sum er.
Av tí, at verkætlanin enn bert er komin á tekniborðið, er ikki heilt greitt, nær klárt verður at taka bygningin í nýtslu. Men av Flogfelag Føroya verður sagt, at tað avgjørt er tørvur á størri gistingarhúskapasiteti, og at teir síggja góðar møguleikar í hesum byngniginum, sum jú liggur rættiliga væl fyri.










