Flogfelag Føroya hevur gjørt ein avtalu við skotska felagið Scotia Helicopters um samstarv á føroyskum øki.
Scotia Helicopters er áhugað at sleppa við í virksemi, sum oljuleitingin í Føroyum fer at hava við sær, og saman við Flogfelagi Føroya ætlar skotska felagið at etablera seg í Føroyum.
? Hetta er ein natúrlig víðkan av okkara virksemi, og avtalan fer at hava eitt fíggjarligt íkast við sær til okkara felag, sigur Uni Danielsen, stjóri í Flogfelag Føroya.
Scotia Helicopters, sum hevur høvuðsstøð í Aberdeen, er eitt dóttirfelag hjá stóra kanadiska felagnum Canadian Helicopter Corporation, og samanlagt hevur hetta felagið 370 tyrlur undir sínum veingjabreiði.
Støð í Føroyum
Enn er ikki greitt, hvussu stórt virksemi hjá Scotia Helicopters verður í Føroyum, tað veldst um, hvat úrslitið verður av fyrstu útbjóðingarumfarinum.
Skotarnir flúgva í løtuni fyri fleiri av teimum feløgunum, sum eru áhugað í at sleppa við í eina føroyska oljuvinnu, og um tað eydnast onkrum av hesum feløgum at sleppa upp í part í Føroyum, er tað ein natúrlig avleiðing, at Scotia Helicopters skal taka sær av neyðugu flúgvingini.
? Men skotarnir koma helst at hava eina støð í Føroyum við einari ella fleiri Super Puma tyrlum. Enn vit vita ikki, hvussu umfatandi virksemi er, men vit verða helst noyddir at gera útbyggingar í Vágum fyri at fáa meira hangarpláss til tyrlurnar, sigur Uni Danielsen.
Hann heldur, at í longdini fer samstarvið við Scotia Helicopters at hava við sær, at fleiri kunnu fáa størv hjá Flogfelagnum.
Brúka føroyingar
Scotia Helicopters ger nógv burtur úr at brúka lokal fólk, har teir hava sínar støðir. Soleiðis er til dømis í Esbjerg, har nógvir danir starvast hjá skotunum.
? Og soleiðis verður eisini í Føroyum. Scotia Helicopters fer at bjóða bæði lærlingapláss og arbeiði til føroyingar, sigur Uni Danielsen.
? Alt veldst sjálvandi um, hvussu nógvar aktiviteturin verður á føroyskum øki, men vit vænta, at tað fer at spyrjast okkurt munagott burtur úr samstarinum.
Flogfelag Føroya, sum varð stovnað í 1963, tekur sær av øllum virkseminum hjá Maersk í Føroyum, og tí skulu fáa íløgur til, nú felagið skal taka sær av virkseminum hjá Scotia Helicopters.
Støðin í Føroyum verður í Føroyum, og har er ætlanin at Flogfelagið skal taka sær av check-in, umsiting, trygd og øðrum, sum Scotia Helicopters hava fyri neyðini.
? Hetta er einki nýtt fyri okkum, tí vit umsita dagliga alt virksemi hjá Maersk, og vit hava áður havt smærri flogfør sjálvi, sigur Uni Danielsen.