Flogfelag bílagt 200 flogfør

Malaysiska flogfelagið Air Asia bílegði í dag 200 flogfør av slagnum Airbus A320. Avgerðin bleiv kunngjørd á altjóða flogmessuni, sum er í París í hesum døgum. Tey 200 flogførini kosta 18,2 milliardir dollarar. Sagt verður, at Airbus-verksmiðjan hevur ongantíð selt einum einstøkum felagi so nógv flogfør.

Hetta er aðru ferð, at Air Asia bíleggur flogfør frá Airbus. Fyrru ferð bílegði felagið 175 Airbus A320, og tað seinasta av teimum skal latast í 2015.

Air Assia flýgur millum 160 ymisk pláss í Asia og hevur 520 flogferðir um dagin .