Amerikanska flogverksmiðjan Boeing sigur í einari nýggjari meting, at tey næstu 20 árini fara heimsins flogfeløg at bíleggja meiri enn 30.000 nýggj flogfør. Orsøkin til tann ovurstóra tørvin er sambært felagnum, at flogferðslan í Asia fer at veksa sera bæði skjótt og nógv tey næstu 20 árini.
-Okkara metingar vísa, at feløgini fara at bíleggja 30.900 flogfør fyri umleið 3.600 milliardir dollarar innan 2029, sigur marknaðarstjórin hjá Boeing, Randy Tinseth.
Tað merkir, at talið á ferðamannaflogførum verður tvífaldað tey næstu 20 árini - úr 18.000 í 2009 í 36.000 í 2029.
Randy Tinseth sigur, at í 2029 verða 43 prosent av øllum flogferðum til, frá ella í eystara parti av Asia. Hetta fer millum annað at hava við sær, at kinesisk flogfeløg fáa tørv á umleið 4.000 nýggjum flogførum tað næsta 20 ára skeiðið, sigur Boeing-marknaðarstjórin.