Flogfeløg vilja hava 2.5 milliardir afturgoldið

Altjóða felagsskapurin, IATA, vil hava pengar aftur frá flogvøllinum í Keypmannahavn

Altjóða felagsskapurin fyri flogfeløg, IATA, vil hava flogvøllin í Keypmannahavn at afturrinda 2.5 milliardir krónur til flogfeløgini, ið eru limir í felagsskapinum.

 

Tað skrivar checkin.dk í dag.

 

IATA metir, at flogvøllurin í Keypmannahavn hevur tikið ov nógvan pening inn í avgjøldum og fer at taka ov nógv eisini tíðarskeiðinum 2015-19.

 

Felagsskapurin sigur, at Keypmannahavn er alt ov dýrt at flúgva til í mun til aðrar flogvallir í Evropa og at tað er ein forðing fyri at flogferðaseðlar kunnu lækka í prísi.

 

Flogvøllurin í Keypmannahavn sigur, at tey eru ikki dýrari enn aðrir stórir flogvallir í Evropa og tískil skulu broytingar ikki væntast. Tó ásanna tey, at tey eru dýrari enn til dømis Oslo og Stockholm, men at tænastan og støðið í Keypmannahavn er somikið hægri, at prísmunurin kann verjast.

 

Væntaða yvirskotið fyri 2016 hjá Kastrup Lufthavn væntast at verða 1.6 milliardir.

 

Áhaldandi stríð millum flogfeløg og flogvallir

 

Jóhanna á Bergi, stjóri á Atlantic Airways, sigur, at hóast tey ikki eru limir í IATA enn, so stuðlar felagið teimum í kravinum.

 

- Eg veit ikki beinleiðis um hetta málið, men hetta er ikki nakað nýtt stríð. Nógv flogfeløg stríðast við flogvallir kring heimin at fáa avgjøldini at lækka, sigur Jóhanna á Bergi.

 

Hon sigur, at tað kemur næstan ikki fyri, at flogvalla myndugleikar lækka sínar prísir hja flogfeløgum, men tað er eitt áhaldandi krav hjá flogfeløgum, at tey lækka sínar ferðaseðlar.

 

- Tað kann virka eitt sindur mótsigandi, sigur Jóhanna á Bergi.

 

Atlantic Airways rindaði í fjør umleið 30 milliónir í avgjøldum til land og flogvallamyndugleikar í Føroyum í fjør.

Sum sagt, so Atlantic Airways ikki limur í IATA enn, men felagið hevur søkt um limaskap og mangla eina sokallaða IOSA certificering áðrenn felagið kann kalla seg lim í IATA. IOSA er ein trygdargóðkenning, ið krevst fyri at gerast limur í IATA.

 

Avgjøld á ferðaseðlum:

Úr Føroyum: Kr. 165 til Vága Floghavn og Kr. 65 til landið.
Úr Keypmannahavn: Kr. 175 til CHP