Alt bendir á, at tey stóru amerikonsku flogfeløgini hava ilt við at fáa endarnar at røkka saman. Í gjár kunngjørdi American Airlines, at tað hevði 1,4 milliard dollarar í halli í apríl ársfjórðingi. Sagt varð, at tað nógv dýrkaða brennievnið er høvuðsorsøkin til tað vánaliga úrslitið. Løtu seinni boðaði Delta Air frá, at tað hevði havt eina milliard dollarar í halli í øðrum ársfjórðingi.
Í juni kunngjørdi Delta Air, at tað hevði sagt 4.000 fólk úr starvi. Sagt varð, at uppsagnirnar vóru ein neyðugur liður í ætlanini at leggja Delta Air og Northwestern saman um ársskiftið.