Í morgun vita útlendskir miðlar at siga, at privatflogfarið hjá Wagner-leiðaranum, Jevgenij Prigozjin, er lent í Hvítarusslandi.
Flogfarið, sum er eitt Embraer Legacy 600, fór úr Rostov-økinum og lendi í Minsk sambært Flightradar24 tíðliga í morgun.
Tað var Aftenposten, sum fyrst bar hesi tíðindi í morgun, og Verdens Gang umrøður eisini flogferðina.
Leygardagin tók Wagner-herurin ræðið í russiska miljónbýnum, Rostov og býnum, Voronezj, áðrenn eitt annað Wagner-herfylgi helt leiðina fram móti Moskva.
Tá herfylgið hevði 200 kilometrar eftir til Moskva, vendu teir við aftur, tá leiðarin, Jevgenij Prigozjin, segði, at hann vildi ikki, at russiskt blóð skuldi flóta.
##med2##
Ein avtala varð gjørd við russisku myndugleikarnar um, at Wagner-herliðið steðgaði hergonguni, samstundis sum teir skuldu sleppa undan rættarsókn.
Avtalan, sum er gjørd millum partarnar, er ikki almenn, men sambært myndugleikunum í Kreml gekk Jevgenij Prigozjin við til at flyta til Hvítarussland.
Óvist er tó, um Wagner-leiðarin var í flogfari sínum, tá tað lendi í høvuðsstaðnum Minsk í morgun.