Flogfarið sleppur ikki á flog

Russiska Antinov farmaflogfarið, ið flutti Bosniska fótbóltslandsliðið til Føroya, sleppur ikki avstað aftur. Bosnisku flogmyndugleikarnir hava sent altjóða flogmyndugleikunum í Montreal telegram, har sagt verður, at flogfarið ikki er egnað at fara á flog

Bosnisku fótbóltsleikararnir eru komnir í rættuliga trongstøðu av føroyaferð teirra. Russika Antinov farmaflogfarið, ið futti teir higar beinleiðis úr Bosnia, sleppur ikki avstað aftur. Flogvallarleiðarin í Vágum, Finnbogi Niclassen, hevur fingið boð frá Bosnisku flogmyndugleikunum, Statens Luftfartsvæsen og altjóða flogmyndugleikunum í Montreal um, at flogfarið ikki má fara á flog aftur úr Føroyum.


Onga flogførisváttan

Turkiska flogfelagið Bio Air søkti 4. juni um at fáa loyvi at flúgva Bosniska landsliðið úr Sarajevo til Vágar. Men av tí at Statens Luftfartsvæsen ikki kendi nakað til flog felagið, varð heitt á tað at koma við skjølum, ið prógva, at flogfarið var flogført. Hendan áheitanin varð send flogfelagnum 20. juni, og stutt eftir fekk Statens Luftfarstvæsen eina váttan fyri, at flogfarið var flogfart. Men hetta eru tey í Statens Luftfartsvæsen ikki nøgd við. Tey vilja eisini hava eina tryggleikaváttan, eitt sokallað security skjal. Hesa váttanina fáa tey ikki. Tað næsta, ið hendir í málinum er, at Statens Luftfartsvæsen fær at vita, at flogfarið er lent í Vágum tann 8. juni við bosniska landsliðnum umborð, uttan at flogmynduleikarnir hava fingið nakað tryggleikaskjal, og sostatt uttan loyvi.

Mikudagin 9. juni fekk Statens Luftfartsvæsen eitt telefax frá bosnisku flogmyndugleikunum. Í hesum telefaxi stendur, at ein kanning er gjørd av flogfarinum. Niðurstøðan av hesi kanning er, at flogfarið ikki er flogført, og tískil er flogførisváttanin tikin frá flogfarinum. Hetta varð gjørt longu í maj.

Tá flogfarið hóast alt er farið til Føroya við bosniska landsliðnum, hava flogmyndugleikarnir í Bosnia sent telefax til Statens Luftfartsvæsen, altjóða flogmyndugleikarnar í Montreal, og onnur, har sagt verður, at flogfarið ikki má sleppa á flog.


Ov nógvir sessir

Ein av orsøkunum til, at flogfarið hevur mist flogførisváttanina er, at eigararnir hava umbygt tað uttan loyvi. Flogfarið er eitt farmaflogfar, ið kann taka 19 ferðafólk umframt eina manning á 4 fólk. Hetta hava eigararnir broytt. Teir hava gjørt 25 sessir afturat, uttan loyvi. Eisni eru gangir gjørdir í flogfarinum uttan tekniska ráðføring, og meta flogmyndugleikarnir í Bosnia, at hesar umbyggingar ávirka tryggleikan í flogfarinum. Tískil hevur flogfarið fingið bann fyri at flúgva.

Í handbókini fyri flogfarfið stendur greitt, at tað bert er loyvt at hava 19 ferðafólkasessir í flogfarinum. Hetta stendur í kapitli 2. 4. á síðunum 7 og 8. Men tá bosnisku mynduleikarnir kannaðu flogfarið, manglaðu hesar síðurnar í bókini.


Ábyrgdin í Føroyum

Finnbogi Niclasen, flogvallarleiðari í Vágum, sigur, at av tí at flogfarið stendur á flogvøllinum í Vágum, sum hann hevur ábyrgdina av, hevur hann eisini ábyrgdina, um flogfarið fer á flog. Hetta vísa myndugleikarnir í Bosnia eisini á í skjalinum teir hava sent Statens Luftfarstvæsen, og tískil ætlar hann undir ongum umstøðum at loyva flogfarinum á flog, fyrr enn onnur boð koma frá myndugleikunum í Bosnia.

?Eg fari heldur ikki at loyva flogfarinum á flog, um landsliðsleikararnir ikki eru við. Eg loyvi ongum flogfari avstað, so leingi tey skjølini, eg havi liggjandi á boðinum eru galdandi. Men Statens Luftfartsvæsen gevur loyvi, ja, so sleppur tað avstað, sigur Finnbogi Niclasen og leggur afturat, at talan er um eitt álvarsmál.


Ætlar sær avstað

Flogskiparin á Antinov flogfarinum hevur aðra hugsan um málið enn loftferðslumyndugleikarnir. Hann sigur, at ein fornermaður embætismaður hjá bosnisku myndugleikunum, ið er koyrdur úr starvi sínum, hevur givið boðini um, at flogfarið ikki má sleppa á flog. Eftir hansara frágreiðing er brævið óalment og hevur einki uppá seg. Hann sigur, at hann arbeiðir við málinum og er vísur í at sleppa avstað sum skjótast, og hann er somuleiðis vísur í, at allir landsliðsleikararnir sleppa við flogfarinum.

?Tá flogfarið klárar at flúgva úr Sarajevo til Føroya við 41 ferðafólkum, so klárar tað eisini at flúgva úr Føroyum til Sarajevo við 41 ferðafólkum, sigur ein avgjørdur flogskipari. Hann leggur afturat, at flogtúrurin til Sarajevo tekur 4 tímar og trý korter, og ein slíkan túr klárar flogfarið sum einki, uttan at steðga á fyri at bunkra.

Eftir viðmerkingina frá flogskiparanum vendi Sosialurin sær aftur til flogvallarleiðaran í Vágum, Finnboga Niclasen, fyri at fáa eina viðmerking til orðini hjá flogskiparanum.

?Einki loyvi er komið um, at flogfarið sleppur avstað, og tað er greitt, at tað verður standandi. Um flogskiparin hóast alt ætlar sær at royna at sleppa avstað við flogfarinum, má løgreglan beinast eftir honum.

ÍSF vil hjálpa

Bosnisku fótbóltsspælararnir hava ikki gjørt avtalu við nakað annað flogfelag, um at flúgva teir heim aftur, men aðalskrivarin í ÍSF, Ísak Mikladal, sigur, at um tað verður neyðugt, so kann íSF leggja pening út fyri at fótbóltsspælararnir kunnu sleppa heim aftur við flogfarinum hjá Atlantsflog. Men enn er eingin avtala gjørd, og fótbóltsleikararnir ganga spentir og bíða á Hotel Føroyum eftir boðum um, nær teir sleppa heim aftur.

Eitt er tó greitt, og tað er, at teir sleppa ikki heim aftur við flogfarinum, teir komu við. Hetta flogfar fær undir øllum umstøðum ikki loyvi til at flyta 41 ferðafólk, uttan at tað verður gjølla kannað.



framhald á síðu 13