- Vit hava fingið loyvi frá Airbus til at flúgva 50 túrar afturat við flogfarinum, sum annars skuldi til umvælingar. Til ta tíð vóna vit, at flogfarið, sum er til regluligt eftirlit, er komið aftur í flúgving. Tá skal so hetta flogfarið til umvælingar, so óró verður á flogferðsluni í eini tvær vikur afturat, sigur Rasmus Niclasen, ferðslusamskipari hjá Atlantic Airways.
Ferðslan hjá Atlantsflog bleiv rakt, tá eitt av flogførunum mátti setast av tekniskum ávum, samstundis sum eitt annað flogfar var til regluligt eftirlit.
- Tað er sum tá bilar fara til sýn. So samla vit saman ymiskt, ið skal skiftast og umvælast og nú var so tíðin komin hjá onkrum luti. Vit settu okkum í samband við Airbus-fyritøkuna fyri at vita, um hetta kundi bíða, til vit fingu hitt flogfarið aftur í flúgving, og teir hava givið okkum loyvi at flúgva 50 túrar afturat, sum svarar til eina góða viku, sigur hann.
Týsdagin leigaði Atlantsflog sær hjálp frá enska felagnum Titan Airways, men Rasmus Niclasen sigur, at ikki er neyðugt at leiga sær hjálp aftur, í øllum førum ikki til føroyaflúgvingina.
- Sum nú er klára vit okkum við tveimum flogførum, við at broyta onkrar og leggja aðrar túrar saman, men vit mugu møguliga finna onkra aðra loysn hvat viðvíkur leigutúrum, sigur hann.
Ferðafólk mugu tó brynja seg við toli í øllum førum næstu tvær vikurnar.
- Vit megna ikki at røkja ferðaætlanina við tveimum flogførum og als ikki, tá vit eru komin eitt sindur aftur út. Nú vóna vit, at hitt flogfarið kemur aftur í flúgving í næstu viku, og at umvælingin av tí, sum hevur fingið undantaksloyvi, eisini verður avgreidd upp á stutta tíð. Men tað ganga væntandi tvær vikur, áðrenn rættlag er komið upp á flúgvingina aftur, sigur Rasmus Niclasen.
- Vit ringja til øll ferðafólk, sum vera rakt av broytingum og tryggja okkum, at tey vita, hvussu broytingarnar ávirka tey, sigur Rasmus Niclasen, ferðslusamskipari, sum annars heitir á fólk um at fylgja við ferðsluni á heimasíðu felagsins.