Flogfarið hevði skeivt nummar

Illgruni er um, at onkur hevði broytt verksmiðjunummarið á flogfarinum, sum datt niður í Reyða Havið jóladag

Upplýsingar frá libanska ríkisákæranum benda nú á, at alt ruggaði ikki rætt við flogfarinum, sum datt niður í reyða Havið uttan fyri høvuðsstaðin í Benin, Contonu, jóladag.

Flogfarið skuldi úr egyptiska býnum Sharm el Sheik til Beirut í Libanon. Ríkisákærin har, Adnan Adoum, segði í gjár, at verksmiðjunummarið, sum stendur á einum av teimum funnu vrakpettunum, er ikki tað, sum skuldi staðið á vanlukkuflogfarinum. Tí er tað ikki óhugsandi, at onkur hevur tikið nummarið av einum øðrum flogfari og sett tað á vanlukkuflogfarið, fyri at tað skuldi fáa loyvi at seta seg í Beirut, segði hann.

Egyptiska felagið, sum átti flogfarið, ber orð fyri at fara lætt um trygdina, og av tí sama sleppur felagið ikki at flúgva í sveitsiskum loftrúmi.

Vanlukkan jóladag kravdi 141 mannalív.