Eitt flogfar hjá Air India við 190 fólkum umborð varð ávirkað av oysregni og ógvusligum hvirlum, tá tað í gjár datt niður við flogvøllin í býnum Kozhikode í útsynningspartinum av India.
Tað upplýsa myndugleikar sambært tíðindastovuni AFP.
Tilsamans er 18 fólk deyð í ólukkuni. 16 eru álvarsliga skadd.
Flogflari fleyg úr Dubai, har tað hevði verið eftir indarum, sum vóru strandaðir vegna koronufarsóttina.
Tað var eftir øllum at døma veðrið og ringa sýnið, sum var orsøk til flogvanlukkuna.
Flogfarið fann ikki lendingarbreytina og datt niður. Myndir frá vanlukkustaðnum dagin eftir vísa eitt flogfar, sum er knekkað í tveir partar.
Millum tey deyðu eru báðir flogskipararnir.
/ritzau/