Spanska flogfealgið Swiftair hevur váttað, at felagið hevur mist sambandið við eitt av sínum flogførum. Sagt verður, at felagið misti sambandið við flogfarið 50 minuttir eftir, at tað var farið á flog.
Swiftair rekur rutuna fyri algerska felagið Algerie Air. Flogfarið var á veg úr Ouagadougou í Burkina Faso til algerska høvuðsstaðin Alger, tá tað brádliga hvarv av radaranum, meðan tað var uppi yvir Mali.
BBC sigur, at 110 ferðafólk vóru í flogfarinum, og at manningin telur seks.