Flogfar við 101 fólkum umborð dottið niður í Meksiko

Umleið 80 fólk hava fingið skaða, men eingin er eftir øllum at døma deyður í einum flogfari, sum datt niður í Meksiko

Umleið 80 fólk hava fingið skaða, men eingin er eftir øllum at døma deyður í einum flogfari, sum datt niður í Meksiko.

 

Eitt ferðafólkaflogfar við 101 fólkum umborð datt seint í kvøld niður í Meksiko. Tað upplýsir flogfelagið Aeromexico sambært Reuters tíðindastovuni.

 

Flogfarið er sambært myndugleikum á staðnum dottið niður beint eftir at tað fór á flog á einum flogvølli við býin Durango norðralaga í Meksiko.

 

80 fólk eru særd í flogvanlukkuni, upplýsir ein talsmaður fyri sivilverjuna.

 

Men eingin er eftir øllum at døma deyður, sigur guvernørurin í Durango á Twitter.

 

97 ferðafólk vóru við flogfarinum og manningin taldi fýra, skrivar meksikanski flutningsmálaráðharrin á Twitter.

 

Talan er um eitt ferðafólkaflogfar av slagnum Embraer 190, sum er dottið niður.

 

Ein tíðindamaður frá AFP hevur sæð fleiri særd ferðafólk koma úr flogfarinum, sum var sveipað í gráum royki, skrivar AFP.

 

/ritzau/