Seks fólk doyðu, tá eitt flogfar við hjálparfólki og -útgerð datt niður nærhendis býnum Tomé í Kili í kvøld. Myndugleikarnir í Santiago siga, at umframt flogskiparan vóru fimm fólk frá lærda Santo Tomás-háskúlanum í flogfarinum. Tey skuldu til býin Conception at hjálpa neyðstøddum eftir tann harða jarðskjálvtan.
Conception fór illa í jarðskjálvtanum, og minst 350 fólk har doyðu.
Tað er ikki greitt, hví flogfarið datt niður.