Skipið, sum siglir millum Esbjerg og Harwich, hevði ein heldur sjáldsaman farm nú um dagarnar.
Millum góðsið úr Onglandi til Danmarkar var eitt flogfar av slagnum Boeing 727. Flogfarið kom ikki til Danmarkar í heilum líki, men í fleiri pørtum. Tað er nú flutt til Århus, har tað skal setast samanaftur, tí ein reklamufyritøka ætlar at innrætta tað til skrivstovu. Í flogfarinum verður millum annað eitt fundarhøli og ein verkstaður.
Tað er marknaðarfyritøkan HC Gruppen, sum hevur keypt flogfarið. Tá tað er sett saman og innrættað, fer tann heldur sjáldsama íløgan at kosta felagnum 15 milliónir krónur, skrivar JydskeVestkysten.









