Flogfar trygdarlendi í Nuuk

Eitt Dash 8 flogfar hjá Air Greenland noyddist í dag at venda aftur og trygdarlenda í Nukk, tí trupulleikar vóru við motorunum.

 

 

 

 

Flogfarið var á veg úr Nuuk móti bygdini Kulusuk fyrrapartin í dag, tá tað noyddist at venda aftur til floghavnina í Nuuk.

Trupulleikar vóru við motorunum, men sambært Air Greenland gekk alt væl, tá flogfarið lendi.

Floghavnin var stongd fyri aðrari flogferðslu undir trygdarlendingini, og tað var vegurin til flogvøllin eisini.

Í tíðindaskrivi, sum Sermitsiaq endurgevur, sigur Air Greenland, at ferðafólk og manning eru í góðum hondum og fáa nú ta hjálp, sum teimum tørvar.

- Okkara tilbúgving er í gongd, og vit fara at koma við nýggjari kunning so skjótt, sum nýggir upplýsingar fyriliggja, sigur Air Greenland í tíðindaskrivi í dag.

Sermitsiaq veit at siga, at bæði løgregla, sjúkrabilar og sløkkiliðsbilar vóru upp á pláss í floghavnini í Nuuk í dag, tá flogfarið lendi í øllum góðum.