Eitt ferðafólkaflogfar noyddist at trygdarlenda á flogvøllinum í Billund í morgun, tí roykur var inni í ferðafólkarúminum. Tað sigur løgreglan í Suðurjyllandi við fjølmiðlarnar.
Flogfarið setti seg í Billund stutt eftir klokkan seks í morgun okkara tíð, og alt gekk sum ætlað.
Enn er ikki greitt, hví roykur kom í ferðafólkarúmið, men teknikarar eru í ferð við at kanna flogfarið, skrivar DR.