Tey, sum ætlaðu sær til Føroya úr Keypmannahavn í kvøld, mugu bíða til í morgin. Eitt flogfar hjá Atlantsflogi, sum eftir ætlan skal lenda klokkan 19:50 í kvøld, er nevniliga avlýst.
Á heimasíðuni hjá Vága Floghavn sæst, at ferðafólkini við hesum flogfarinum sleppa til Føroya í morgin við RC1459, sum kemur klokkan 07:30 á morgni.
Tað er sera nógvur vindur um alt landið í kvøld - og sum in.fo skilir frá keldum, er hetta orsøkin til avlýsingina.