Flogfar roynast í kulda

Evropeiska Airbus-flogverksmiðjan er í ferð við at royna tað nýggja Airbus A380-flogfarið, sum var sín fyrsta royndartúr í vár.

Í næstum er ætlanin at vita, hvussu flogfarið roynist í nógvum kulda. Í hesum sambandi hevði flogvøllurin í Narvik í Noregi boðið flogfarinum hagar at gera royndirnar, men hetta verður helst av ongum, skrivar Aftenposten. Á verksmiðjuni í Toulouse siga tey, at ætlanin er at gera kuldaroyndirnar í Sibir ella í Kanada og møguliga í báðum støðum, og at tað helst verður tíðliga næsta ár.

Síðani royndartúrin 27. apríl hevur Airbus A380 verið einar hundrað ferðir í luftini í sambandi við ymsar royndir, og fleiri royndir skulu gerast afturat, áðrenn verksmiðjan fer undir at byggja flogfør til tey nógvu feløgini, sum longu hava bílagt tey.

Nýggja flogfarið hevur pláss fyri 555 ferðafólkum.