Flogfar rendi á fugl

Hóast flestu fuglar eru smáir samanborið við eitt flogfar, kann tað vera vandamikið fyri sjálvt tey stóru flogførini at renna á ein fugl.

Tí valdi flogskiparin á einum norskum ferðamannaflogfari at venda aftur, tá flogfar hansara rendi á ein fugl, stutt eftir at tað var farið á flog úr floghavnini í Stavanger. Tey 190 ferðafólkini, sum skuldu til Malaga í Spania, noyddust at fara úr flogfarinum, meðan eftirlitsfólk kannaðu, um tað hevði fingið skaða av samanstoytinum. Einki verður sagt um, hvat tað var fyri fuglur, sum noyddi tað stóra flogfarið at seta seg aftur.

Kanningin vísti kortini, at flogfarið var sloppið frá samanstoytinum í øllum góðum, og tveir tímar seinni sluppu ferðafólkini umborðaftur og kundu halda fram til at njóta summarfrítíðina í Spania.