Flogfar mundi endað á sjónum

Ferðafólkaflogfar fór út av breytini í Turkalandi

Í gjárkvøldið hendi álvarsamt óhapp á flogvøllinum Trabzon har norðuri í Turkalandi. Eitt flogfar, sum kom úr Ankara, fór út av flogbreytini, tá ið tað lendi.

Flogfarið steðgaði í bakkanum og fór tíbetur ikki á sjógv.

Jyllands-Posturin skrivar, at 162 ferðafólk og 6 starvsfólk vóru við flogfarinum, og øll komu úr flogfarinum í øllum góðum.

Eingin fekk kropsligt mein av hendingini, sigur Pegasus Airlines, sum átti átti flogfarið.