Alt gekk væl, tá eitt russiskt ferðamannaflogfar trygdarlendi á flogvøllinum í Sankta Pætursborg í gjár. Flogskiparin noyddist at trygdarlenda, tí flogfarið hevði mist eitt av hjólunum, tá tað var farið á flog.
Russiskir fjølmiðlar skriva, at flogfarið fleyg nakrar tímar uppi yvir býnum fyri at tøma brennisevnitangarnar, áðrenn tað setti seg.
44 ferðafólk vóru í flogfarinum, sum kom úr Berlin, og eingin teirra fekk skaða av tilburðinum.










