Flogfar horvið í Kamerun

Eitt privatflogfar við 11 fólkum umborð er horvið á veg úr Kamerun til Kongo-Brazzaville. Myndugleikarnir í Kamerun váttaðu í dag, at teir hava sóknast eftir flogfarinum síðani í gjár.

Sambært myndugleikunum vóru vóru 11 útlendingar við flogfarinum, seks úr Avstralia, tvey úr Fraklandi, tvey úr Bretlandi og ein amerikanari.

Samferðslumálaráðharrin í Kamerun, Issa Thiroma Bakary, sigur við tíðindastovurnar, at eftirlitið misti sambandið við flogfarið, tá tað var á veg úr kamerunska høvuðsstaðnum, Yaounde, til Yangadou i Kongo-Brazzaville.

Myndugleikarnir í Avstralia søgdu í dag, at tað vóru vinnulívsfólk innan námsvinnuna, sum vóru í flogfarinum.