Eitt ferðafólkaflogfar er í morgun horvið stutt eftir, at tað lætti úr indonesiska høvuðsstaðnum Jakarta.
Flogfarið, sum hevði nummarið SJ182, er av slagnum Boing 737 og flýgur fyri Sriwijaya Airlines. 56 fólk vóru við flogfarinum, sum hevði kós ímóti oynni Borneo.
Sambært Sky News mistu flogmynduleikarnir sambandið við flogfarið, sum sambært upplýsingum frá Flightradar24 fall 10.000 føtur upp á ein minutt. Flogfarið fleyg tá yvir havi.
Myndugleikarnir í Indonesia hava sett í verk eina leiti- og bjargingartiltak.