Flogfar horvið

Eitt amerikanskt flogfar, sum var á veg úr Íslandi til Skotlands, hvarv um middagsleitið í dag Hóast fleiri skip, eitt flogfar og tyrlur hava leitað, hevur eingin sæð nakað til amerikanska flogfarið, sum hvarv av radaranum hjá íslendska flogeftirlitinum nakað eftir middag.

Flogfarið, sum er av slagnum Piper Cherokee, var á veg úr Reykjavík til Wick í Skotlandi, og flogskiparin var einsamallur í tí.

Stutt eftir klokkan eitt fór neyðsendarin hjá flogfarinum at senda, og samblrt íslendska flogeftirlitinum var flogfarið tá 130 fjórðingar í landssynning sunnan úr Hornafirði. Síðani hava skip, tyrlur og eitt flogfar leitað, men uttan úrslit.

Íslendska bjargingartænastan sigur, at leitingin er darvað av verðinum. Tað er nógvur vindur, og aldan er millum sjey og níggju metrar høg.