Flogfar hjá SAS og russiskt flogfar mundu stoytt saman

Tað var um reppið, at eitt flogfar hjá SAS og eitt russiskt eftirlitsflogfar stoyttu saman sunnan fyri Skåne í Svøríki tann 3. mars.

Tað váttar svenska skaðanevndin, og SAS váttar eisini hendingina.

 

SAS-flogfarið var júst farið á flog úr Kastrup, og beint eftir fráferðina fekk manningin boð um, at eitt ókent flogfar var á rutuleiåðini. Sambært svensku skaðanevndini var talan um eitt russiskt flogfar av slagnum Iljushin Il-20 m.

 

Skipainin hjá teimum skandinavisku flúgvileiðarunum sá ikki tað russiska flogfarið, men tað sást á radaraskíggjanum, og tí fekk SAS-flogfarið boð um at broyta krós. Tá flogførini fóru fram við hvør øðrum, var teinurin millum tey 90 metrar. Minstakravið er 300 metrar.

Danska flogvápnið sigur, at Russland hevur eitt eftirlitsflogfar, sum hevur støð í Kaliningrad, og sum plagar at flúgva fram við polsku strondini og Bornholm til svenska markið og so heimaftur til Kalininghrad.