Flogfar hjá Atlantsflog rakt av óhappi

Tað slapp ikki á flog úr Billund í kvøld sum ætlað

Í kvøld var eitt flogfar hjá Atlantsflogi fyri óhappi, har tað stóð á flogvøllinum í Billund.

 

Á Atlantsflogi er tað bara stjórin, sum tosar við fjølmiðlar um slík viðurskifti, men tað hevur ikki eydnast at fáa fatur á honum.

 

Men á Atlantsflogi verður kortini váttað, at eitt flogfar var fyri óhappi undir "handling", sum tey kalla tað á fakmáli.

 

Tað merkir, at hetta er eitt óhapp, sum er hent á flogvøllinum, eftir at flogfarið er lent, og sum flogvøllurin ábyrgdast fyri, ikki Atlantsflog.  

 

Men tað er eisini tað einasta, tey vilja vátta um óhappið.

 

Hinvegin hava vit frætt, at tað er ein trukkur, sum hevur borið við flogfarið, men tað er óvist, um skaði stóðst av, ella hvussu stórur hann er. Tað var hetta, sum skuldi kannast í kvøld.

 

Kortini er greitt, at flogfarið slapp ikki á flog. Tað skuldi annars lenda í Vágum klokkan 19.55, men fyribils er einki nýtt um tað enn.

 

Atlantsflog sigur, at óhappið fer at ávirka flogferðsluna í kvøld, men enn er óvist, hvussu verður í morgin, verður upplýst hjá Atlantsflogi.