Flogfar hjá Atlantsflog í Nuuk við løgreglufólki

Flogfarið hjá Atlantsflog lendi fyri góðum tíma síðani í Nuuk við donskum løgreglufólki í sambandi við at fólk hjá Trump aftur vitja Grønland í næstu viku

Flogfarið úr Danmark við trygdarfólki úr Danmark lendi í Nuuk klokkan 16:25 okkara tí á altjóða flogvøllinum í Nuuk.

 

Hálvan tíma seinni vóru trygdarfólk og danska løgreglan úr flogfarinum. Tveir bussar bíðaðu teimum á flogvøllinum, skrivar grønlendska blaðið Sermitsiaq.

 

Tað er í sambandi við, at Second Lady í USA, Usha Vance, kona varaforsetan J. D. Vance, kemur á vitjan í Grønlandi hósdagin, har hon ætlar sær at síggja eina hundasletukapping. Hon ætlar sær avstaðaftur leygardagin.

 

Seinni er komið fram, at trygdarráðgevin í USA, Mike Waltz, kemur til Grønlands saman við varaforsetafrúuni.