Flogfar hjá Atlantic Airways til Kili

Eitt av Avro RJ 85 flogførunum hjá Atlantic Airways fór í morgun úr Vágum og setti kós móti kilska høvuðsstaðnum Santiago de Chile, har felagið eisini skipar eina viðlíkahaldsstøð. Í Kili skal føroyska felagið flúgva úr Santiago og norður til flogvallir sum Iquique, Antifagasta og San Salvador fyri kilska felagið DAP.

Flúgvingin fyri kilska felagið er ætlað at vara í tríggjar mánaðir, tá kilska felagið sjálvt skal taka yvir flúgvingina. Atlantic Airways hevur eisini gjørt ætlanaravtalu um at lata DAP eitt Avro RJ flogfar afturat í heyst og setur ístaðin eitt A319 flogfar í rakstur væntandi í juni 2013.

Kilska felagið DAP og Atlantic Airway hava fyrr starvað saman, tá eitt av BAe 146 flogførunum var latið kilenska felagnum fyri trimum árum síðani.

DAP hevur í fleiri ár flogið úr Suðurkilska býnum Punta Arenas til Antarktis við frítíðarfólki. Flúgvingin úr Santiago gongur norðureftir og hagani skulu serliga námsarbeiðarar flytast

til Santiago.

Flogfarið fór úr Vágum í morgun og væntast í Santiago sunnukvøldið 30. desember. Á leiðini steðgar flogfarið í Íslandi, Grønlandi, Canada, Bahamas, Panama og Lima í Peru.

Mynd: Hjalgrim Magnussen er skipari á longu ferðini til Santiago, og Bergtóra Nielsen kabinuovasti.